Danmark trumfaði á Balkan

Makedonia vísti seg ikki at hava neyðugu vápnini at gera av við Kasper Hvidt og hugflogsríka danska hondbóltslandsliðið

Hondbóltur

 

Danska landsliðið í hondbólti hevur undan síðsta dystinum í millumumfarinum framvegis heilt góðan møguleika at spæla seg í hálvfinaluna.

Í gjárkvøldið vann Danmark 32-24 stórsigur ímóti Makedonia, sum ikki í nóg stóran mun megnaði at bróta ígjøgnum donsku verjuna, og hevði meiri enn torført við at fáa bóltin inn um Kasper Hvidt, sum var heilt framúr í danska málinum.

Leygarkvøldið vóru danir í 1. hálvleiki heilt við síðuna av sær sjálvum. Men hesa ferð løgdu teir fyri sum eitt ódnarveður. Álopsspælið var frágera gott, og Danmark var á odda allan 1. hálvleik, men eftir fyrra umfarið var leiðslan bara 13-12.

Fyrstu løtuna í 2. hálvleiki spruttaði Makedonia, og eina ferð var liðið av Balkan – til stóra fragd fyri nógvu áskoðararnar – á odda.

Danir vístu seg tó at hava størri breidd og tyngd, og sum 2. hálvleikur leið, hvarv spenningurin sum døggin fyri Balkan sólini.