Danmark skal opna dyr

Danska diplomatiið skal hjálpa føroyingum inn á nýggjar marknaðir, sigur løgmaður eftir arbeiðsfund við uttanríkisráðharran

Danska diplomatiið skal hjálpa føroyingum inn á nýggjar marknaðir, sigur løgmaður eftir arbeiðsfund við uttanríkisráðharran.

 

– Vit skulu duga nógv betur at brúka ta serfrøði, ið Danmark hevur á uttanríkispolitiska økinum. Tí havi eg avtalað við uttanríkisráðharran, at vit sleppa at brúka donsku sendistovurnar kring heimin í okkara royndum at sleppa inn á nýggjar marknaðir.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir árliga arbeiðsfundin við danska uttanríkisráðharran. Á felags tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin gav Martin Lidegaard eisini til kennar møguleikarnar í tílíkum samstarvi, ið eftir hansara tykki eisini kann gagna Danmark.

 

– Vit mugu bara ásanna, at síðstu nógvu árini hevur tað ikki eydnast Føroyum at gera handilssáttmálar. Tí mugu vit broyta strategi, og tí fara vit nú í nógv størri mun at brúka ta serfrøði, sum er til taks í uttanríkisráðnum og á donsku sendistovunum kring heimin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Sambært løgmanni verður ein samstarvsavtala formaliserað innan okkurt um tveir mánaðir.

 

Sum dømi nevnir Kaj Leo Holm Johannesen ta nýggju rammuavtalu, ið Danmark í løtuni ger við Kina.

 

– Eg ímyndi mær eitt samstarv, har Føroyar onkursvegna gerast partur av líknandi avtalum, ið Danmark ger vil nýggjar og spennandi marknaðir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Løgmaður heldur tað vera átrokandi neyðugt fyri Føroyar at fáa eina nýggja handilsavtalu við ES, umframt at Kina eftir hansara tykki er ein sera áhugaverdur marknaður. Harumframt er russiski marknaðurin komin í eina serliga støðu, eftir at landið hevur sett innflutningsbann á vørur úr ES og fleiri øðrum londum, men ikki úr Føroyum.

 

– Sjálvandi vil aktuella støðan í Russlandi ávirka okkara møguleikar at dúva uppá danska serfrøði og hjálp á økinum. Men vit skulu satsa uppá russiksa marknaðin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og vísir á, at Føroyar í næstum lata upp sendistovu í Moskva.

 

Eins og Martin Lidegaard, so ásannar Kaj Leo Holm Johannesen at síðsta árið er einki ítøkiligt hent til frama fyri sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO.


Lidegaard: Boykot fór við orkuni

 

– Eg má bara staðfesta, at síðsta árið hava vit brúkt alla okkara serfrøði og kreftir á økinum til at stríðast móti ES-boykottinum á føroyskan makrel og sild. Men nú ES-boykottið er av koma vit aftur at seta orku av til til WTO-spurningin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.