Danmark legði bragdliga fyri

Eftir at tað leingi var tætt og spennandi, endaði tað við sjey mála sigri ímóti Ungarn

Tað stóð eina góða løtu nógv á, áðrenn tað koppaði, tá ið Danmark og Ungarn í kvøld hittust í fyrsta umfari í EM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Kroatia.

Danir eru sera væl nøgdir, tí síðstu løtuna vundu teir burturúr mótstøðumonnunum og vunnu 32-25.

 

Í steðginum var Danmark frammanfyri 14-12, men Ungarn svaraði aftur, og fýra minuttir eftir steðgin vísti talvan 16-16.

 

So var tað sum um, at stóra breiddin hjá dønum varð avgerandi. Og tað vísti seg ikki at bila, at stórskjúttin og lyklaspælarin Mikkel Hansen varð útvístur fyri triðju ferð og harvið sá reytt.

 

Dysturin varð spældur stutt frá ungverska markinum, og tað hoyrdist, at Ungarn átti nógv teir flestu áskoðararnar. Rasmus Lauge var í heimsflokki, Morten Olsen var øgiligur við sínum snildu skotum, og danska verjan varð alt meiri stútt og støðug.

 

Mánakvøldið skal Danmark spæla ímóti Tjekkia, meðan Ungarn skal spæla ímóti Spania.

 

Úrslitini í kvøld

Bólkur C

Týskland - Montenegro 32-19

Makedonia – Slovenia 25-24

 

Bólkur D

Spania – Tjekkia 32-15

Danmark – Ungarn 32-25