Danmark: LA størri enn Konservativi

Fyri fyrstu ferð vísir ein meiningakanning í Danmark, at Liberal Alliance hevur størri undirtøku millum veljararnar enn Tey Konservativu. Kanningin, sum YouGov Zapera hevur gjørt fyri blaðið metro­Xpress, vísir, at var fólkatingsval nú, hevði Liberal Alliance fingið 7,4 prosent av atkvøðunum, meðan Tey Konservativu hevði fingið 6,1 prosent.

Kanningin hjá metroXpress vísir, at andstøðan hevði vunnið, um val var nú. Andstøðuflokkarnir høvdu fingið 91 tinglimir og teir borgarligu 84.

Fólkatingið fer undir nýggja tingárið fyrrapartin, tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer at greiða frá teimum politisku ætlanunum hjá stjórnini.