Danmark keypir russiskt gass sum ongantíð

Hóast viðurskiftini við Russand eru nógv versnað síðani 2013, so keypir Danmark nú seks ferðir so nógv russiskt nátúrgass.

Hóast viðurskiftini við Russand eru nógv versnað síðani 2013, so keypir Danmark nú seks ferðir so nógv russiskt nátúrgass.

 

Danski innflutningurin av nátúrgassi er eksploderaður seinastu fimm árini, og russiska gassfelagið, Gazprom, sum russiski staturin hevur tamarhald ár, hevur merkt sær eina seksfaldan av søluni til Danmarkar.

 

Tað vísir uppgerð frá Gazprom, sum Ritzau hevur fingið fatur á.

 

Í sama fimmáraskeiðið hevur stjórnin hjá Putin hertikið Krim-hálvoynna frá Ukraine og økt trýstið munandi á onnur grannalond – eitt nú baltisku Nato-londini.

 

Sambært Flemming Splidsboel, serfrøðingur í russiskum viðurskiftum, er tað vælkent, at Russland hevur brúkt sítt vald á orkuøkinum at trýsta grannar sínar.

 

– Vit hava sæð í sambandi við Ukraine og baltisku londini, at Russland hevur lagt trýst á við at skerja gassnøgdirnar og hava so bara sagt, at tað er vegna »tekniskar trupulleikar«, sigur hann.

 

Tí vekir tað undran hjá Nick Hækkerup, sum er framsøgumaður í uttanríkismálum hjá Javnaðarflokkinum, at Danmark hevur økt so nógv um innflutningin av gassi úr Russlandi.

 

– Tað er løgið, og tað er skeivt, tí orkupolitikkur er í stóran mun eisini uttanríkispolitikkur, sigur Nick Hækkerup.

 

Hann vísir á, at danska gassframleiðslan í Norðsjónum ger, at Danmark ikki tørvar gass úr Russlandi, so Danmarj ikki sum Ukraine kann verða hótt við, at skrúvað verður fyri krananum.

 

– Men tá vit hava danskar hermenn í baltisku londunum, og vit hava sett tiltøk í verk í sambandi við hertøkuna av Krim, so er tað sjálvandi løgið, at Danmark er við til at økja russiska útflutningin av gassi, sigur Nick Hækkerup.

 

Tað er Ørsted – fyrrverandi Dong Energy – sum stendur aftan fyri nógv størsta partin av russiska gasskeypinum.

 

Felagið, sum danska ríki eigur 50,1 prosent av – vil ikki gera samrøðu um málið.

 

Men samskiftisstjórin hjá felagnum, Martin Barlebo, skrivar í einum telduposti til Ritzau:

 

– Vit gjørdu í 2006 ein langtíðarsáttmála um gasskeyp frá Gazprom. Tær gassnøgdir, vit keypa ár um ár, svara til tað, sum tá varð avtalað. Tað mesta av gassinum, vit keypa, selja vit víðari til onnur lond í Vesturevropa.

 

/ritzau/