Klokkan 9 í morgun fóru Lars Løkke Rasmussen og hinir sekstan ráðharrarnir í nýggju donsku stjórnini av Christiansborg og stutta teinin á Amalienborg. Ørindini vóru at heilsa upp á drotningina.
Ein tíma seinni – klokkan 10 – fara fráfarandi ráðharrarnir í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt á Amalienborg at biðja farvæl.
Av teimum seytjan ráðharrunum hava tíggju áður verið ráðharrar, og sjey fara fyri fyrstu ferð at royna seg sum ráðharrar.
Klokkan 11 verður stjórnargrundarlagið lagt fram á tíðindafundi á Christiansborg, og seinni í dag fer nýggja stjórnin á Marienborg at fyrireika seg. Nýggja fólkatingið er kallað til fundar hósdagin.
Nýggja stjórnin er bara mannað við ráðharrum úr Vinstra, sum hevur 34 fólkatingslimir. So fáar fólkatingslimir hevur eingin stjórn havt aftanfyri seg, síðani Vinstra formaðurin Poul Hartling skipaði stjórn í desember 1973.
Parlamentariska grundarlagið undir nýggju stjórnini eru teir 90 fólkatingslimirnir hjá Dansk Folkeparti, Konservativa Fólkaflokkinum, Liberal Alliance og so Vinstra.
Næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, er uttanríkisráðharri. Claus Hjort Frederiksen, sum var fíggjarmálaráðharri fram til 2011, er aftur fíggjarmálaráðharri, og Berthel Haarder er mentanarráðharri og kirkjumálaráðharri. Hann er 70 ára gamal og elsti maður í stjórnini. Søren Pind er nýggjur løgmálaráðharri.
Fimm konufólk eru í nýggju stjórnini. Millum teirra er Inger Støjberg, sum er ráðharri fyri útlendingum, integratión og bústaði.