Danmark fór heilt í kjallaran

2-2 ímóti Italia ber við sær, at Danmark ongan møguleika hevur at røkka endaspælinum í Brasilia

Eina løtu fyrr í kvøld var fótbóltslagið í Danmark fantastiska gott. Soleiðis var tað, tá ið Danmark á heimavølli í Parkini vendi frá at vera aftanfyri 1-0 og til at vera frammanfyri 2-1 ímóti Italia. Bæði tey donsku málini skoraði stórspælamndi Nicklas Bendtner við høvdinum.

Í yvirtíðini javnaði Italia, og harvið er tað greitt, at Italia fer at teljast millum tey, sum næsta summar fara at kappast um HM í Brasilia.

At sigurin í evstu løtu glapp Danmark av hondum ber við sær, at tað nú so at siga er greitt, at Danmark ikki hevur møguleika at røkka kvalifikatiónsumfarinum, har tað verður greitt, hvørjir fýra av átta tveyarum í europeiusku undankappingar bólkunum skulu kappast um fýra pláss í endaspælinum. Tað er framvegis møguleiki fyri, at Danmark kann røkka næstfremsta plássinum í bólki B, men so verður Danmark eftir øllum at døma aftast av øllum teimum níggju tveyarunum, og harvið hevur Danmark ikki møguleika at røkka kvalifikatiónsdystunum.

2-2 í Parkini ber við sær, at Italia nú hevur spælt 25 undankappingardysturiná rað uttan at fara av vøllinum við ongum stigi.

Italia hevur 21 stig, Bulgaria, sum í kvøld tapti 2-1 á útivølli ím+óti Armenia, hevur 13 stig. Danmark hevur eisini 13 stig, og Tjekkia og Armenia hava 12 stig. Aftast r alta við rimumstigum. Tjekkia vann í kvøld 5-1 á útivølli ímóti Malta.

Týskvøldið eigur Danmark heimavøll ímóti Malta, Italia eigur heimavøll ímóti Armenia, og Bulgaria eigur heimavøll ímóti Tjekkia.