Tað gongur strúkandi hjá danska landsliðnum í fótbólti, sum í kvøld vann triðja sigurin á rað í HM-undankappingini. Góða gongdin hevur við sær, at Danmark nú fyribils er nýtt oddalið í bólki E.
Mótstøðuliðið í kvøld var Armenia. Tað var heimaliðið, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin í nógva hitanum í Yerevan, har Ruslan Koryan legði Armenia á odda 1-0 longu í 6. minutti.
Tað gekk tó einans ein lítil løta, áðrenn Thomas Delaney javnaði til 1-1, og eitt korter fyri hálvleik syrgdi Christian Eriksen við beinleiðis frísparki fyri, at Danmark var á odda 2-1 í hálvleiskssteðginum.
Í seinna hálvleiki var Danmark greitt betra liðið, og við tveimum málum afturat gjørdist Werder Bremen-spælarin, Thomas Delaney, hattrikk-hetja og tryggjaði Danmark ein 4-1-sigur.
Danmark er á fyrsta plássi í bólki E saman við Póllandi, men bæði Pólland og Montenegro kunnu vinna seg fram um aftur Danmark, tá ið tey í kvøld møta ávikavist Kasakstan og Rumenia.