Hondbóltsfepurin í Danmark hevur ongantíð verið so høgur, sum hann er í kvøld. Danmark hevur við 29-27 sigri á Kroatia í kvøld tryggjað sær pláss í EM finaluni sunnudagin ímóti Fraklandi. Harvið er møguleiki fyri, at tað fer at kóka yvir fram ímóti seinnapartinum sunnudagin.
Men tað stóð nógv á, og tað leyp ikki nógv av, áðrenn danir høvdu tryggjað sær sigurin og finaluplássið, meðan Kroatia eftir tepra tapið í kvøld skal spæla um bronsuna ímóti Spania.
Kroatia var frammanfyri við tveimum - 15-13 - í steðginum. Fyrstu løtuna eftir steðgin fingu kroatar onga úrtøku burturúr, tá ið teir vóru ein og tveir fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir. Tá ið tað restaðu nítjan minuttir, legði Danmark seg framum við trimum málum, uttan at tað eydnðist at gera av við mótstøðuliðið.
Kroatia svaraði aftur, og so reið tað leingi um snarið. Eftir 47 minuttir var 23-23, men hóast Danmark aftur legði seg framum við trimum málum, so góvu kroatar ikki skarvin yvir, og tað var intenst og spennandi, inntil týsku dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð.
Hesa ferð kendist stórur fjáltur at vera á størstu donsku stjørnuni, Mikkel Hansen, tá ið tað ráddi um at royna seg ímóti málinum. Men tá ið Mikkel Hansen var so væl ansaður og tískil ikki so eyðsýndur sum málskjútti, so vóru tað aðrir, sum tóku seg um reiggj. Eitt nú Anders Eggert á vinstra veingi, meiri óroyndi Mads Christiansen og óroyndasti maðurin á liðnum, Mads Mensah.
Heilt avgerandi var tað tó, at málverjin Nicklas Landin í 2. hálvleiiki rættiliga kom fyri seg.
TRÝST HER fyri at síggja myndir frá dystunum millum Danmark og Kroatia og millum Frakland og Spania