Dánjal Højgaard løgfrøðiligur ráðgevi hjá MEGD

Dánjal Højgaard byrjaði í gjár í starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá MEGD. Dánjal hevur journalistútbúgving úr Noregi og hevur prógv sum løgfrøðingur, cand. jur., frá Københavns Universitet.

 

Við arbeiðsroyndum bæði sum journalistur og løgfrøðingur verður Dánjal sum løgfrøðiligur ráðgevi við til at menna MEGD sum meginfelag eins og tey 24 limafeløgini. Talan er um royndarverkætlan, har Dánjal starvast hálva tíð í hálvt ár.

 

MEGD arbeiðir við støði í altjóða Brekrættindasáttmálanum innan øll samfelagsviðurskifti og hevur tætt samskifti við politisku skipanina, skrivar megd.fo.

 

Arbeiðið sum løgfrøðiligur ráðgevi fevnir um:

 

  • at ráðgeva um rættindini hjá fólki, ið bera brek
  • at menna og ráðgeva um løgfrøðiligu viðurskiftini hjá limafeløgunum í MEGD og limum teirra
  • at virka fyri, at alt lógarsmíð byggir á altjóða brekrættindasáttmálan
  • at vera við til at styrkja mannarættindatilgongd og rættindahugsan í Føroyum.