Sum Jóannes Patursson segði á ólavsøku 1946 við H. D. Joensen: »Teir vilja bara eiga okkum sum kúgv á heimabeiti«. Jú, okkurt kemur í, men tá má ein fittur partur av greinini høgga niður á føroyingar ella sleikja fyri dønum.
Dimma skal takkast fyri, at hon í nr. 93 prentar grein eftir sjálvan blaðstjóran á Politiken, Tøger Seidenfaden: »Det færøske landsstyre kan ikke tages alvorligt«. »Jeg kender ikke meget til Færøerne« byrjar hann og viðgongur, at tað er, »en spændende og værdifuld del af det land jeg lever i«, og so tað vanliga at vilja føroyingar hava frælsi, skulu teir fáa tað. At enda, aftan á at hava niður-gjørt landsstýrið biður hann okkum: »Og lad så være med at plage os«.
Fyrst í mai hevur Weekendavisen stóra grein, Uhellig alliance, skrivað av tí høgravenda (av slagnum frá kalda krígnum) Ulrik Høy. Hann hevur funnið ein føroying, Virgar Dalsgaard, sum hevur verið 40 ár í Danmark, at vera tøkan tápuling ella glaðbeintan frásøgumann. Og tað er ikki hissini frásgnir teir borðreiða við: »Hoydal-dynastiet«, um Kjartan Hoydal, pápa Høgna, og beiggjan Gunnar Hoydal. Onnur sleppa eisini upp í part, t.d. Z. Wang og Jóanes Niel-sen. Um Høgna Hoydal verður ikki sagt tað nógva, men tað er hann, teir vilja ráma og fullveldisætlanina. Vit fáa sjálvandi at vita, at hann er føddur í Danmark, og at hann hevur lisið har, at øll hansara barna- og unglinga skúlagongd hevur verið í Føroyum, hevur ongan áhuga. Áhugavert er, at Karsten Hoydal ikki verður viðgjørdur. Jú, at lesa hetta er sum fyrr í tíðini á bygd, tá ið menn brigsl-aðust. Síðst í greinini kemur tó spurningurin (kanska ætlað sum rosinan í pylsuendanum): »Har Høgni Hoydal også været betaget af kommunisterne?« Ja, han har også været der og var glad for det«. Eg tími ikki at viðgera greinina meir. Hon er tað ikki verd, men satt at siga, hevði eg ikki trúð, at eitt danskt blað, sum nógv halda vera besta ella næstbesta blað danir eiga, kemur sær at fylla eina heila síðu við tílíkum tvassi. Ein av okkara skilagóðu landsmonnum sendi blaðnum eina lítla síðuliga rættleiðing, men hon kom sjálvandi ikki í. Nei, vit mugu ikki bara fáa fullveldi, men reint lýðveldi, republik. Sjálv-andi skulu vit gera hesar samráðingarnar lidnar, men longu nú fyrireika samráðingar á hægsta stigi við okkara næstu grannar: Skotland, Ísland og Noreg. Hinumegin Oyrasund liggur tað framkomna Svøríki. Hesi lond eru minst líka framkomin sum Danmørk. Hví fara yvir um ánna eftir vatni? Hasi sekshundrað árini kunnu ikki brúkast til tað nógva. Teir 20.000 føroyingarnir, sum hava valt ella líðandi fest røtur har, ráða vit ikki fyri. Hvussu danir fara við teimum, ráða teir fyri. Hatta var enn eitt ljótt útspæl av teimum fyri at ræða. Lágt ríða teir. Annars haldi eg, at landsstýrið eigur at fáa teir at siga okkum, hvussu teir eru skrásettir, og hvønn teir skráseta sum føroying ella gita teir bara?
Fyri góðum hálvum ári síðani kom ein av mínum yngru vinmonnum til mín og spurdi, um eg kendi Virgar Dalsgaard. Mítt svar var: »Eg havi ongantíð hitt hann, men hoyrt skilafólk siga onkra ótrúliga søgu um mannin. Tá ið eg so spurdi meir, fekk eg altíð svarið: »Honum sigst ikki frá, hann skal upplivast««.
Maðurin hevði verið til onkran politiskan fund í Føroyahúsinum, har Virgar hevði havt orðið og millum mangt annað umrøtt meg sum kommunist. Hann hevði hildið mannin antin vera ávirkaðan av drøgg ella sansaleysan. Nú skilt hann alt betur. Tað man Ulrik Høy eisini hava skilt, men hann hevði brúk fyri einum tøkum tápulingi.
Steinbjørn B. Jacobsenm, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.