Danir taka undir við fíggjaravtaluni

Flestu danir taka undir við teirri nýggju fíggjaravtaluni, sum 25 av teimum 27 ES-londunum eru samd um at seta í verk, og sum gevur ES bstri møguleikar at hava eftirlit við fíggjarpolitikkinum hjá teimum einstøku londunum.

Í einari kanning, sum Berlingske Tidende hevur gjørt, siga 56 prosent av teimum spurdu, at tað var rætt at Danmark at fara upp í tað nýggja samstarvið. 27 prosent siga seg vera ímóti.

Í stjórnarsamgonguni eru tey sum vera man fegin um kanningarúrslitið. Sofie Carsten Nielsen, sum er talskvinna hjá teimum radikalu í ES-viðurskiftum, sigur, at úrslitið vísir, at danir hava skilt, hvussu álvarssom støðan er.

-Fíggjaravtalan er neyðug fyri at fáa tann evropeiska búskapin á beina kós, og fólk vita, at hon er eisini neyðug, fyri at Danmark skal koma á ta røttu kósina, sigur hon við Berlingaran.