Høgni Hoydal
·??????????????
Sambandssamgongan er tann umvendi Robin Hood: Hon tekur frá teimum veiku og gevur teimum sterku. Síðani gevur hon øðrum skyldina og sigur, at Danmark skal gjalda fyri okkara egna órættvísi.
Sjálvandi vistu vit, at tað fór at koma. So vist sum jørðin er rund.
Sambandsflokkurin roynir at renna undan samgongunnar egnu ómegd mótvegis okkara eldru og óhjálpnu við at geva Tjóðveldisflokkinum og minkandi blokkstuðlinum skyldina.
Á vøllinum eru m.a.: Helgi Abrahamsen, skrivari sambandsfloksins, sum roynir at rokna út við sínum lummaroknara, at um vit nú bert høvdu blokkstuðulin, so var alt gott og øll fingu sítt.
Og Marjus Dam, ið fer eitt stig longur, og vil hava samgonguna at fara til Danmarkar at bidda um meira blokkstuðul, so tey eldru og brekaðu kunnu fáa síni dagtilhald aftur og matur aftur kann koyrast út til tey eldru.
Eg fari at takka teimum báðum fyri, at teir so greitt prógva, hvussu ábyrgdarleysur og ússaligur hesin sambandspolitikkur er. Hvar vit enda, um henda samgonga sleppur at halda fram. Og hvussu asosialur, ósolidariskur og niðrandi mótvegis okkum sjálvum sum fólk, sambandspolitikkurin í veruleikanum er.
Hvar vóru tilboðini við fullum blokkstuðli?
Til Helga Abrahamsen er bert at siga: Føroyar eru farnar heysin fleiri ferðir við fullum blokkstuðli, og tað hevur altíð kosta teimum veikastu dýrt, meðan tey ríkastu hava flotið omaná.
Hvar vóru dagtilhaldini, matarskipanin fyri eldri og øll tilboðini á sosiala økinum, tá vit fingu hækkandi blokkstuðul hvørt ár?
Hesi tilboðini eru komin, meðan fullveldissamgongan sat, og eftir at blokkurin varð minkaður. Ongantíð eru hend so stór framstig á sosiala økinum, sum undir fullveldissamgonguni. Tað er próvfast.
Tjóðveldisflokkurin vil at vit gjalda í felag
Tjóðveldisflokkurin stendur rimmarfastur í síni hugsjón um, at tað eru vit í felag í Føroyum, sum skulu gjalda fyri vælferðina - og at vit ikki kunnu spæla solidarisk við donskum pengum.
Og vit hava prógvað, at hetta er vegurin fram. Tá vit ikki kunnu senda rokningina til Danmarkar, noyðast vit at raðfesta okkara vælferð í Føroyum. Og Tjóðveldisflokkurin raðfestur soleiðis, at vit strika studning til vinnulívið og serágóðar til tey vælbjargaðu, og styrkja ístaðin almannaøkið, útbúgving, gransking, mentan og umhvørvi. Tað hava vit gjørt seinastu 6 árini, og av tí eru vit errin - hóast alt verri enn so var nóg gott í undanfarnu samgongu. Harafturat høvdu vit yvirskot hvørt ár á fíggjarlógini, tí vit brúktu ongantíð meira enn vit tjentu.
Samgongan skerjir
tey veiku
Henda samgongan ger beint øvut av politikki og hugsjón Tjóðveldisfloksins. Hon skerjir hjá teimum veikastu. Hon skerjir útbúgving, gransking og mentan. Hon skerjir umhvørvismál.
Men hon letur studning til útvaldar vinnulívsbólkar. Letur skattalættar til tey ríkastu. Lækkar avgjøld á luxusvørum. Og hon tykist tilvitað at lata alla fíggjarstýring og búskaparstýring upp fyri skutil, so hon kann prógva, at føroyingar megna ikki at skapa eitt gott samfelag og at býta ágóðarnar javnt.
Hevði eg bert fingið lummapengar í allar ævir...
Eg vóni ikki, at Helgi Abrahamsen ætlar at uppala síni børn á sama hátt sum hann vil reka politikk í Føroyum.
At hugsa sær, um tey ungu fara at seta seg við lummaroknaran og spyrja sum Helgi: Hvussu nógvar pengar hevði eg átt, um eg fekk lummapengar frá foreldrunum í ókomin ár? Heldur enn at tosa um, hvussu tey kunnu lyfta í felag saman við øðrum.
At hugsa sær, um okkara børn og abbabørn, hvørja ferð tey skulu lata nakað burturav til felagsskapin og til tey, sum tørva hjálp, fara at siga: Nei, sovorðið skulu foreldrini hjá mær gjalda! Mínir pengar skulu fara til mín sjálvs - til dýrar lutir - og skal eg gjalda nakað, so skal tað vera til nakað, sum eg sjálvur fái nakað beinleiðis burturúr!
Og at hugsa sær, um okkara mongu dugnaligu vinnulívsfólk fylgdu sambandshugsanini hjá Helga. Um fiskivinnan heldur enn at royna at skapa virðir, sat og roknaði út, hvussu nógvar pengar hon hevði átt, um kilostudningur, oljustudningur, íløgustudningur og veðhald, enn vóru í gildi? Tað kundi Helgi Abrahamsen passandi sett seg niður at rokna út og fortalt vinnulívinum. Og Helgi eigur tá endiliga at royna at fáa fólk at gloyma, at fiskivinnan fór logandi á heysin, tá hesin hugburður valdaði í Føroyum.
Læknin vil ikki
hava rokningina
At slíkur hugburður gerst úrslitið, um vit sleppa málinum um einar sjálvstøðugar, sjálvbjargnar og samhaldsfastar Føroyar, prógvar Marjus Dam einamest. Hann er ein sera vælløntur lækni og løgtingsmaður, sum hevur júkað um skattalættar, studning til vinnuna og um at taka avgøld burtur. Hann hevur nú fingið sín vilja - og tískil verður nú ov lítið goldið í okkara felags kassa. Dundrandi undirskot og skert áræði millum fólk er úrslitið. Hevði Marjus Dam ikki havt peningin, sum vit spardu upp til eitt sjálvstøðugt samfelag, so var landsstýrið langt síðani farið at læna pengar uttanlands aftur.
Og hvat sigur Marjus Dam so? Vil hann lata meira til eitt samhaldsfast samfelag? Vil hann siga frá sær ein skattalætta, har menn sum hann og eg sjálvur skulu hava 50.000 krónur beinleiðis í lumman afturat um árið, meðan ein vanlig verkamannafamilja fær 2.000 krónur?
Sigur Marjus Dam, at okkara eldra ættarlið, sum hevur bygt hetta landið og sum hevur latið hundraðfalt til okkara felags kassa, skal njóta ágóðan av tí, tey sjálvi hava bygt upp og goldið?
Nei, danir skulu gjalda! Vit mugu fara til Danmarkar at biðja um pengar. Tí so kunnu Marjus Dam, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin halda fram við at geva studning og skattalættar, og vit vælbjargaðu kunnu halda fram at koyra í stórum bilum og á motorsúkklum.
Tey eldru í Føroyum eru sambært Marjusi Dam ein byrða, og tey hava ikki sjálvi goldið fyri sína pensión ella sín røktartørv - nei, danir hava goldið, sigur Marjus! Og uttan danskar pengar, hava tey eldru ongi rættindi í Føroyum, sambært sambandshugsjónini.
Niðrar tey eldru - spillir ungdómin
Hvat er hetta fyri hugsan? Hetta er so ábyrgdarleyst og gongur so ímóti øllum samfelagssinni og samhaldsfesti, at eg fái beinleiðis ilt av hoyra slíkt. Og at fólkavaldir menn og heilir politiskir flokkar kunnu fáa seg at trútta sovorðnan boðskap niður í okkara eldru og okkara uppvaksandi ættarlið, er mær ovboðið. Hetta er ein tileggjan til sjálvsøkni, máttloysi og ábyrgdarloysi millum fólk. Og hetta elvir við vissu til skilaloysi í landsins stýri.
Hetta hava vit fingið prógv um so seint sum fyri tíggju árum síðani. Við fullum blokstuðli vórðu tey veikastu og tann vanligi føroyingurin slept upp á fjall. Og at sitandi samgonga ætlar at endurtaka bragdið - ja, um tað gongur sjón fyri søgn.
Tey eldru í Føroyum eru ikki ein byrða, sum vit mugu bidda um pening til uttanlands. Tey hava goldið hundrað- ella túsundfalt tað til samfelagið, sum eitt virðiligt lív á ellisárum kostar samfelagnum. Um vit bert seta pengar av til sosiala trygd og eldrarøkt, burturav tí, sum hvørt ættarlið sjálvt skapar, so hava øll møguleikan fyri einum virðiligum lívi á hesum klettum.
Trýr nakar sambandsmonnunum?
Havi hitt og tosað við nógv fólk, ið hava hug at siga sum Helgi og Marjus - ja, høvdu vit nú bara ikki havt skorið blokkin, so hevði slíkt ikki hent, sum nú hendir. Eg eri tó vísur í, at ongin tá samanum kemur, meinar hetta av hjarta. Øll vita, at høvdu vit ikki havt minkað blokkstuðulin og vóru farin undir at raðfesta okkara egnu fíggjarorku, so høvdu tey eldru og brekaðu ikki fingið nakra stórvegis betring undanfarnu árini. Hinvegin høvdu studningar, skattalættar og ábyrgdarloysi langt síðani verið farnir avstað við øllum tí, ið vit hava bygt upp - og landið hevði veruliga verið á veg móti næstu kreppuni.
Blaka uppsparingina burtur
Núverandi samgonga dúvar uppá tann pening vit settu til viks, undanfarnu seks árini. Sera harmiligt, at hesir pengar nú verða nýttir til asosialan politikk og vánaliga búskapar- og fíggjarstýring. Vit rindaðu stóru uttanlandsskuldina hjá landinum meira enn niður í helvt. Nú eru vit aftur á veg at skuldarbinda okkum.
Men sum Marjus Dam sigur: Hví vísa ábyrgd og gjalda í felag, tá vit ístaðin kunnu biðja danir um pengarnar? Hví vera samhaldsfastur, tá tú ókeypis kann senda rokningina fyri rættindini hjá okkara eldru til Danmarkar? Hví ikki geva reiðarum studning, tá vit afturfyri fáa danir at gjalda tað til tað, sum krevur samhaldsfesti og virðing fyri teimum, ið hava bygt landið?
?