Danir liva longri enn nakrantíð fyrr

Danskir dreingir, sum kom í heimin í hesum árinum, kunnu vænta sær eitt 77,3 ára langt lív í meðal. Tær nýføddu genturnar kunnu harafturat vænta sær 81,6 ár. Tað vísa hagtøl hjá Danmarks Statistik.

Hjá monnunum er livitíðin longd 0,25 ár samanborið við í fjør. Hinvegin er livitíðin hjá kvinnunum longd 0,4 ár, og hetta er fyrsu ferð í søguni, at meðal livitíðin hjá kvinnum er longd meiri enn hjá monnum.

Hagtølini vísa, at fólk í Norðursælandi liva longst. Har liva menninir 78,5 ár í meðal og kvinnurnar 82,3 ár. Í Keypmannahavn er ørvísið. Har er meðalivitíðin hjá monnum 75,2 ár og hjá kvinnum 80,7 ár, skrivar Ritzau.