Áhugin úr Danmark fyri føroyskum politikki fánar burtur. Føroyar vóru undir kreppuni frálíkt fjølmiðlatilfar og seinast í nítíárinum var tað Sjálvstýrismálið, ið hevði stóran áhugað hjá dønum. Síðan samráðingarnar við donsku stjórnina endaðu úrslitaleysar í 2000, hevur føroyskur politikkur ikki verið á breddanum hjá donskum fjølmiðlum.
Kortini hava einstakir fjølmiðlar leitað sær til Føroya í samband við løgtingsvalið týsdagin. Fremsti loftmiðil í Danmark, Danmark Radio, hevur sent eitt fjølmiðlalið til Føroya at fylgja við valstríðnum og valinum.
Ábyrgdina fyri fjølmiðlaflutninginum hjá DR úr Føroyum hevur royndi journalisturin, Henning Olsson, sum eisini er politiskur stjóri á sjónvarpsrásini
Hann hevur fleiri ferðir áður verið í arbeiðsørindum í Føroyum. Henning Olsson bar bæði tíðindini um Bankamálið og Sjálvstýrismálið fyri DR seinast í nítiárinum
? Áhugin fyri løgtingsvalinum er lítil í Danmark. Nakað varð gjørt burtur úr bókini um løgmann, men annars hevur lítið verið at hoyrt um valið, sigur Henning Olsson
Føst lega
Hann heldur, at vantandi áhugin fyri løgtingsvalinum í Føroyum kemur fyrst og fremst av, at Sjálvstýrismálið er komið í fasta legu.
? Danmark og Føroyar hava funnið eina loysn á málinum, sum elvdi til stóra kjakið í Føroyum undan valinum í 1998. Sjálvstýrismálið er í løtuni merkt av at vera á embætismannastigi og ikki politiskum stigi og tískil vita fólk ikki veruliga, hvat hendir í málinum, greiðir Henning Olsson frá.
Hann hevur fylgt væl við menningini av føroyska samfelagnum síðan stóru
búskaparligu kreppuna fyrst í nítiárunum. Henning heldur, at búskaparliga gongdin síðan kreppuna hevur verið heilt ótrúlig.
? Tað er ótrúligt, hvussu skjótt tað føroyska samfelagið kom fyri seg aftur Eg eri sannførdur um, at føroyska samfelagið fyrr ella seinni megnar at klára seg uttan donsku ríkisveitingina, vísir hann á
Siga tað sama
Nógvir føroyingar vóru rættiliga ónøgdir við framferðina hjá Poul Nyrup Rasmussen undir samráðingunum í 2000. Hinvegin tykist føroyapolitikkurin hjá Anders Fogh Rasmussen at fáa størri undirtøka millum føroyingar.
Henning Olsson metir, at Anders Fogh Rasmussen hevur lært av mistøkunum hjá Poul Nyrup Rasmussen í samband við Bankamálið og Sjálvstýrismálið . Hann heldur kortini ikki, at tað er so stórur munur á føroyapolitikkinum hjá Fogh og Nyrup.
- Báðir hava sagt, at føroyingar kunnu loysa tá teir vilja, men so skal fíggjarliga ábyrgdin eisini fylgja við. Fogh málber seg kortini øðrvísi enn Nyrup og hann hevur lagt seg eftir at fáa eitt gott samband við føroyska landsstýrið. Vit mugu heldur ikki gloyma, at føroyingar hava skift kós í sjálvstýrismálinum og Fogh hevur tí eina øðrvísi støðu at fyrihalda seg til, sigur Henning Olsson
Ongin Anfinn
Spurdur, um hvørji evni, Danmark Radio hevur sett sær fyri at viðgera undir føroyska valstríðnum, svarar Henning Olsson, at størsti spenningurin í Danmark er, um hvørja gongd føroyingar ynskja í sjálvstýrismálinum og valið týsdagin verður eitt greitt tekin um, hvussu høgt sjálvstýrismálið skal raðfestast komandi árini.
-Hóast rumbul hevur verið um málið við (Anfinn, blðm) Kallsberg, so er bókin ikki partur av okkara sendingum. Spurningurin er sjálvsagt um verandi samgongu heldur fram ella ein nýggj kemur til og hvørjar avleiðingar tað fær fyri sjálvstýrismálið.
Jólini í vegin
Henning Olsson hevur áður verið í Føroyum og fylgt við føroyska valstríðinum Hann er kortini ikki áhugaður at siga, hvat hann heldur um føroyska valstríðið í ár. Hann ber seg undan, og sigur seg hava hoyrt, at valstríðið í ár er tamt og spjatt í samband við sjálvstýrismálið.
-Valið kom jú í úrtíð og beint áðrenn jól. Vit hava havt nøkur fólkatingsval, sum hava verið um hesa ársins tíð og royndirnar vísa, at tað er torført at fáa eitt samanhangandi valstríð, tí har eru nógvir dagar, sum detta niðurmillum um jólini, sigur hann
Danir í bíðistøðu
Hóast áhugin í Danmark ikki er serligur stórur fyri løgtingsvalinum í Føroyum, væntar Henning Olsson, at serliga donsku bróðurflokkarnir hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum eru spentir um valúrslitið í Føroyum.
FREGNIR tosaðu herfyri við Piu Larsen úr Venstre um góðu útlitini hjá føroyska bróðurflokkinum, Sambandsflokkinum, til løgtingsvalið, men Pia Larsen bar seg undan at gera tær stóru viðmerkingarnar, tí siðvenjan á Christiansborg er, at donsku politikkararnir ikki eiga at gera tær stóru viðmerkingar til føroyskan politikk.
? Skrellar tú av fasaduni um, at danskir politikkarnir ikki skulu úttala seg um føroysk viðurskifti, kemur tú óivað fram til, at stuðulin til serliga politikkin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki er stórur á Christiansborg, sigur Henning Olsson.
Henning Olsson sigur, at danski føroyapolitikkurin liggur í løtuni á láni, tí danska stjórnin veit ikki hvørja kós føroyingar ynskja í Sjálvstýrismálinum.
- Líkamikið, hvat úrslitið endar við, so er føroyska sjálvstýristilgongdin í gongd. Eg haldi, at tað hevði verið ómetaliga harmiligt um alt embætismannaarbeiðið í samband við yvirtøkurnar fór fyri skeytið, tí nógv orka er løgd í arbeiðið bæði frá føroyskar og danskari síðu, sigur Henning Olsson.
Henning Olsson setur eisini spurning við, hvat danska stjórnin ger við
yvirtøkuarbeiðið um ein komandi samgonga slettis ikki vil kenna við tað arbeiðið, sum er gjørt.
?Spurningurin verður so kanska, um danska stjórnin ikki fer at streinga á fyri, at føroyingar yvirtaka nøkur málsøkið kortini, spyr Henning Olsson.
Hann hevur ilt við at ímynda sær, at danska stjórnin fer at forða nakrar av yvirtøkunum, men um ella tá verju- og uttanríkismál og hini ríkismálini skulu yvirtakast, væntar Henning Olsson, at danir helst ikki verða líka samstarvssinnaðir sum við hinum yvirtøkunum.
Mynd:
Henning Olsson á DR sigur, at áhugin fyri løgtingsvalinum er lítil í Danmark. Danska stjórnin bíðar í løtuni eftir, hvørja kós føroyingar ynskja í Sjálvstýrismálinum
Mynd: Álvur Haraldsen