Fyrst varð sagt, at gloprarregnið var tað ringasta í meiri enn 30 ár, men seinni varð staðfest, at talan var um tað ringasta í Danmark nakrantíð. Eftir nøkrum fáum tímum vístu regnmátarnir 150 millimetrar. Tað var met og nógv meiri, enn kloakkirnar kláraðu at svølgja.
Hava veðurlagsgranskararnir rætt, kunnu danir vænta, at gloprarregn verður meiri vanligt í komandi tíðum. Tað vísir øll gransking, sigur veðurmaðurin Michael Jarnvig við TV2. Hann vísir á, at í veðurlagsfrágreiðingini, sum ST gav út í 2007, stendur, at tá tað snýr seg um Danmark, kunnu danir vænta sær fleiri hitabylgjur og meiri av ógvusligum avfalli enn fyrr.
-Vit kunnu sostatt vænta og fyrireika okkum til, at gloprarregnið seinasta leygardag kann endurtaka seg, sigur Michael Jarnvig.