Danir fyri føroyskum fullveldi

Nýggj donsk kanning sýnir, at tríggir út av fýra dønum taka undir við, at Føroyar loysa frá Danmark. Men tó skal fíggjarliga skiftistíðin ikki vera long

John Johannessen


Heili 77 prosent av dønum taka undir við, at Føroyar loysa frá Danmark, men einans 7 prosent av dønum taka undir við, at Føroyar fáa eina búskaparliga skiftistíð á 15 ár, eins og landsstýrið leggur upp til.

Hetta sýnir ein kanning, sum stovnurin, PLS Consult, hevur gjørt fyri danska blaðið, Aktuelt.

Í kanningini eru 1017 danir spurdir, um teir eru fyri ella ímóti, at Føroyar gerast sjálvstøðugar og harvið fara út úr ríkisfelagsskapinum. Av hesum 1017 spurdu siga 781 seg vera fyri, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, meðan 60 eru ímóti og 176 siga seg ikki vita, hvat tey skulu svara. Í prosentum merkir hetta, at 77 prosent eru fyri, at Føroyar fáa fullveldi, 6 prosent eru ímóti og 17 prosent vita ikki, hvørja støðu tey skulu taka.


Tríggjar høvuðsgrundgevingar

Kanningin vísir tríggjar høvuðsgrundgevingar fyri, at Føroyar skulu hava fullveldi. Ein teirra sigur, at føroyingar eiga at hava frítt val og skulu sjálvir ráða yvir framtíðini. Ein onnur sigur, at Føroyar eru ein útreiðsla fyri Danmark. Tann triðja sigur, at tað eru stórir mentanarligir millum Føroyar og Danmark.

Undirtøkan fyri fullveldisætlanini gongur, sambært Aktuelt, aftur í øllum donskum flokkum. Kanningin sigur, at um átta av tíggju veljarum í næstan øllum donskum flokkum halda, at Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugar.

Veljararnir hjá CDU og hjá Kristiliga Fólkaflokkinum taka ikki í eins stóran mun undir við, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum. Í teimum báðum flokkunum er undirtøkan millum veljararnar fyri hesum um 64 prosent, sigur Aktuelt.


Skulu hava stutta skiftistíð

PLS Consult og Aktuelt hava eisini spurt danir, hvussu langa fíggjarliga skiftistíð, danir eiga at geva Føroyingum, verða vit sjálvstøðug. Svarið til hendan spurning er eisini heilt greitt: Danir skulu geva føroyingum eina stutta búskaparliga skiftistíð.

Svarini um skiftistíðina eru bólkað upp í fýra høvuðsbólkar. Fyrsti bólkurin fevnir um tey, ið siga, at Føroyar onga skiftistíð eiga at fáa. Næsti bólkurin fevnir um tey, ið halda, at Føroyar eiga at fáa eina skiftistíð, ið liggur um fýra ár. Triðji bólkurin fevnir um tey, ið skjóta heilt upp heilt aðrar møguleikar fyri skiftistíð. At enda fevnir seinasti bólkurin um tey, ið einki boð hava upp á, hvussu spurningurin um skiftistíð skal loysast.

Av hesum fýra bólkum er tann, ið metir eina skiftistíð á fýra ár vera ta røttu loysnina, nógv tann størsti. Hann telur 528 fólk av 1012 spurdum, og er hetta tað sama sum 52 prosent.

Ein skiftistíð á fýra ár er eisini tað, danska stjórnin hevur meldað út, at hon er til reiðar at geva føroyingum, velja vit at fara úr ríkisfelagsskapinum. Landsstýrið vil kortini hava eina skiftistíð á 15 ár. Men hesum taka danir ikki undir við. Kannigin vísir, at bert 7 prosent av dønum taka undir við so langari skiftistíð.

Tey, ið ynskja heilt aðra skiftistíð, telja 17 prosent, meðan 7 prosent siga seg ikki vita, hvat tey skulu svara.


Ósamsvar

Veljarakanningin gevur greiðar ábendingar um, at danir taka undir við hørðu linjuni, danski forsætisráðharrin hevur lagt móti føroyingum undir samráðingunum. Men kortini er samvara útmeldingarnar frá Poul Nyrup Rasmussen um, at meginparturin av danska fólkinum vil hava, at Føroyar verða verðandi í ríkisfelagsskapinum, ikki heilt við úrslitið av kanningini.