Danir fingu einki mál

Tað var eitt vónbrot fyri danir, at fótbóltslandsliðið spældi málleysan javnleik ímóti Norðurírlandi á heimavølli. Landsliðsvenjarin Morten Olsen var misnøgdur við avriki hjá sínum spælarum.
- Spælararnir runnu og stríddust alt tað, sum teir kundu. Vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, men so hvørt sum tíðin gongur, og støðan framhaldandi er 0-0, missa vit friðin í spælinum. Spælararnir royna ov skjótt at gera ein avgerandi avlevering, og tey hevði við sær nógv sjusk, segði danski landsliðsvenjarin eftir dystin.
Morten Olsen var eisini misnøgdur við, at liðið ikki fekk meira burtur úr deyðbóltsstøðunum, sum liðið hevði vant nógv undan dystinum.