Nógvir danskir bileigarar koyra við summardekkum alt árið, men nú umhugsar samferðslumálaráðharrin at krevja, at í hálku skulu allir bilar koyra við vetrardekkum ella dekkum við grovari mynstri, enn summardekkini hava.
Hans Christian Schmidt hevur júst fingið eina frágreiðing frá Ferðslustýrinum, sum hevur kannað, um myndugleikarnir eiga at áleggja øllum at koyra við vetrardekkum um veturin.
Frágreiðingin skal nú til hoyringar, og síðani fer ráðharrin at taka støðu til, hvat er best at gera. Men avgerðin verður ikki tikin, fyrr enn neyðugar kanningar eru gjørdar, sigur Hans Christian Schmidt við DR.
Í sambandi við frágreiðingina hevur Ferðslustýrið kannað allar tøkar upplýsingar um vetrardekk. Stýrið hevur eisini kannað, hvørjar reglur eru galdandi í Svøríki og Týsklandi.