Daniel Johansen er aftur í HB, eftir eitt stutt tíðarskeið í danska FC Fredericia. Hann kom á vøllin í dystinum móti 07 Vestur sunnudagin, men dreymurin um at spæla uttanlands aftur er ikki sleptur.
– Dreymurin um at spæla fótbólt uttanlands er ikki sleptur, men tað skal vera tað rætta felagið við røttu umstøðunum. Eg valdi at royna eydnuna í Fredericia, men tað var ikki tað rætta fyri meg. Fortreytirnar broyttust nógv frá eg undirskrivaði sáttmálan, til eg byrjaði í felagnum í januar, sigur Daniel Johansen í samrøðu við heimasíðuna hjá HB.
Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá HB í 2015, tá hann bleiv skiftur inn í steypadysti móti Skála. Síðani tá er tað blivið til 182 dystir á besta liðnum, og nú leggjast í hvussu er nakrir afturat hesum talinum.
– Eg eri glaður um at vera komin heim aftur, og nú skal eg royna at spæla meg á liðið, sigur hann.
HB skal mikukvøldið aftur spæla móti 07 Vestur, sum teir taptu fyri sunnudagin. Mikukvøldið er tað fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið.











