Føroya Rættur longdi mikudagin varðhaldsfongslingina hjá einum 30 ára gomlum dana við fjúrtan døgum. Maðurin skal harafturat sita avbyrgdur allar fjúrtan dagarnar.
Maðurin, ið annars er fast búgvandi í Keypmannahavn, varð tikin 16. januar í danska høvuðsstaðnum og hevur sitið avbyrgdur síðani. Hann er síðani útflýggjaður føroysku løgregluni, tí maðurin hevur samband við hinar persónarnar, ið eru skuldsettir og dømdir í stóra narkomálinum.
Hósdagin kom eisini ein 27 ára gamal føroyingur fyri í Føroya Rætti, tí freistin fyri varðhaldsfongslingini var úti. Ákæruvaldið kravdi, at varðhaldsfongslingin verður longd, og at maðurin framvegis skal sita avbyrgdur.
Hann hevur sitið avbyrgdur síðan 16. januar. Hann góðtók ikki, at varðhaldsfongslingin varð longd uttan rættarfund. Rættarfundurin var ikki liðugur, tá blaðið fór til prentingar hósdagin eftir middag.
Tilsamans sita fimm mans í varðhaldinum fyri grov brot á rúsevnislógina. Teir eru allir avbyrgdir, so teir ikki kunnu ávirka møgulig vitni og málið sum heild.
Tríggir teirra vórðu handtiknir 16. januar. Ein teirra varð tikin 11. januar við 165 grammum av amfetamini. Tann fimti var í fyrsta lagi tikin 16. januar, varð síðani leyslatin aftur, men hesin hevði samband við málið og varð tí tikin innaftur.











