Dan Jørgensen verður ES-kommisserur í orku- og bústaðarmálum

Ursula von der Leyen avdúkaði í dag, hvønn post valevni hjá Danmark til ES kommisjónina, Dan Jørgensen, fær sum nýggjur danskur ES-kommisserur.

Dan Jørgensen er settur at gerast nýggjur ES-kommisserur í orku- og bústaðarmálum. Tað sigur Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Strasbourg. Dan Jørgensen skal eins og hini valevnini til ES-kommisserastørvini nú ígjøgnum hoyringar í ES-tinginum, áðrenn hann kann vera vísur í starvinum (Savnsmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Dan Jørgensen er settur at gerast nýggjur ES-kommisserur í orku- og bústaðarmálum. Tað sigur Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Strasbourg.

Her fær hann millum annað til uppgávu at fáa orkuprísirnar niður og fáa ES umskipað til grøna orku.

- Dan Jørgensen gerst umboðsmaður í orku- og bústaðarmálum. Hansara arbeiði skal vera við til at fáa orkuprísirnar niður. Gera íløgur í reina orku og tryggja, at vit koma burtur úr okkara orkubundni.

- Hann verður fyrsti kommissarur fyri bústaðir. Hann skal hyggja at øllum atlitum frá orkunýtslu til bygging, sigur von der Leyen.

Danmark tykist sostatt at hava eina støðu, sum bæði er miðdepil í grønu umleggingini og sum hevur fingið enn størri týdning eftir kríggið í Ukraina.

Her hava hækkandi orkuprísir og bundni av gassi úr Russlandi snúð seg um, at ES-londini noyðast at gerast meira sjálvstøðug og grøn, tá tað snýr seg um orku.

Samstundis eru høgir bústaðarprísir og vánalig bjálving av húsum við til at hækka livikostnaðin hjá nógvum evropearum. Sostatt kann uppgávan hava stóran týdning fyri gerandisdagin hjá nógvum evropearum.

Men tað kann eisini gerast ein uraspostur, um tað ikki eydnast Dan Jørgensen og ES-nevndini at fáa broytingar framdar.

Starvið sum kommissarur fyri orku hevur í løtuni estlendingurin Kadri Simson.

Í hennara valskeiði náddu tey 27 ES-londini eitt mál í fyrru helvt av 2024, tí 50 prosent av elframleiðsluni hjá ES stava nú frá varandi orkukeldum sum sól og vindi.

Harumframt hevur tað eydnast ES-londunum at minka um teirra bundni av russiskum gassi. Parturin av russiskum gassi er minkaður úr 45 prosentum av samlaða innflutninginum hjá ES í 2021 til 15 prosent í 2023.

Sostatt er ES longu í holt við at umskipa, sum Dan Jørgensen nú skal halda fram við.

Hesaferð hevur Estland tó valt at seta fyrrverandi forsætisráðharran, Kaja Kallas, sum sítt valevni til eitt starv í ES-nevndini.

Við sínum sterka profili og royndum frá forsætisráðharrastarvinum er hon ætlað at fáa starvið sum høga umboð fyri ES ella í gerandismáli uttanríkisleiðari hjá ES.

Dan Jørgensen skal nú ígjøgnum hoyringar í ES-tinginum, áðrenn hann kann vera vísur í at fáa starvið.

Enn er ikki greitt, hvørjar nevndir skulu umsita orkupostin hjá Dan Jørgensen.

Vanliga venda nevndirnar tummilin niður til einstøk valevni, og stjórnirnar í viðkomandi limalondum seta síðani fram eitt nýtt valevni, sum skal ígjøgnum hoyringar.

Síðani skal øll ES-nevndin góðkennast við felags atkvøðugreiðslu í ES-tinginum.

Eftir valið í 2019 vrakaði ES-tingið tilsamans trý valevni, sum vórðu skift út við onnur.

Hinvegin kann Dan Jørgensen hava ein fyrimun í hoyringunum orsakað av, at hann sjálvur áður hevur verið limur í ES-tinginum. Harvið hevur hann bæði víst  arbeiðsvilja við tingsins raðfesting og hevur skil fyri teimum politisku bólkunum, sum skulu góðkenna hann.

Roknað verður við, at nýggja ES-nevndin kann taka við eftir hoyringarnar antin 1. november ella 1. desember.

 

/Ritzau/

 

Dan Jørgensen er settur at gerast nýggjur ES-kommisserur í orku- og bústaðarmálum. Tað sigur Ursula von der Leyen á tíðindafundi í Strasbourg. Dan Jørgensen skal eins og hini valevnini til ES-kommisserastørvini nú ígjøgnum hoyringar í ES-tinginum, áðrenn hann kann vera vísur í starvinum (Savnsmynd). - Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix