Dámar væl tað hátíðarliga yvir ólavsøkuni

- Eg minnist nógvar góðar og stuttligar ólavsøkur – ikki minst, tá vit sum børn fóru til nonnurnar at fiska, sigur Gunnvá Eiriksdóttir.

 

- Okkum dámar væl at ganga oman og niðan gjøgnum býin á ólavsøku, sigur Gunnvá Eiriksdóttir.

Fert tú á ólavsøku?  

- Ja, eg fari á ólavsøku. 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?   

 

- Vit gera stórt kalt borð ólavsøkuaftan, og tá plaga familja og vinir at koma á vitjan. Hetta plagar at vera so sera hugnaligt. 

Tað sigur Gunnvá Eiriksdóttir.

- Okkum dámar væl at ganga oman og niðan gjøgnum býin á ólavsøku.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni? 

- Kappróðurin, midnáttarsangurin og tað at hitta fólk, bæði heima og úti, er eftir mínum tykki tað besta við ólavsøkuni.

Gunnvá Eiriksdóttir heldur, at ólavsøkan hevur stóran týdning fyri Føroyar sum tjóð.

- Mær dámar væl tað hátíðarliga, sum er yvir ólavsøkuni – við setanini, skrúðgonguni, gudstænastuni og ymskum øðrum, sum hoyrir ólavsøkuni til. 

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? 

- Eg minnist nógvar góðar og stuttligar ólavsøkur – ikki minst, tá vit sum børn vóru hjá mostir okkara á Tinghúsvegnum, og vit fóru til nonnurnar at fiska. Tað var eisini sera hugnaligt við ymisku tiltøkunum í kommunuskúlagarðinum, sigur Gunnvá Eiriksdóttir.

 

- Okkum dámar væl at ganga oman og niðan gjøgnum býin á ólavsøku, sigur Gunnvá Eiriksdóttir.