Lesur tú føroyskar bøkur?
- Svarið er bæði ja og nei. Ja – eg lesi sjálvandi í Bíbliuni, og mær dámar haraftrat væl at blaða í gomlum bókum og myndabókum. Nei – eg lesi ikki so nógvar bøkur, men eg lurti heldur eftir bókum.
Tað sigur Snorri Brend.
Hann vísir á, at í arbeiðnum hjá honum er nógv koyring, og hann plagar at læna sær onkra av mongu ljóðbókunum á Klaksvíkar Bókasavni at stytta sær koyritúrin við.
- Eg havi soleiðis lurtað eftir nógvum føroyskum og útlendskum bókum. Serliga væl dámar mær bøkurnar/ søgurnar hjá Heðini Brú og Jens Paula Heinesen.
Snorri sigur, at Heðini og Jens Paula við lið kemur líka so sjálvsagdur Jógvan Isaksen og hansara krimibøkur – serliga, tá tær verða lisnar upp av Kára Mouritsen.
- Annars er bókarøðin “Skakandi tilburðir” hjá John Myllhamar sera áhugaverdur lesnaður, og eg eigi tær allar.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Onga! Eg orki ikki at lesa um kvøldið.
Snorri Brend sigur, at í bilinum liggja beint nú tvær ljóðbøkur.
- Onnur er “Føroyar í flogsøguni” eftir Niels Juel Arge og Jógvan Arge, sum eg hoyri Una Arge lesa beint nú. Eg gleði meg síðan at lurta eftir “Perlan” eftir John Steinbeck, sum Einar Joensen lesur.
- Tað gongur skjótt at koma frá einari bygd í aðra, tá eg lurti eftir einari góðari ljóðbók.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ikki sum so, men eg plagi at fáa onkra góða bók kortini, sigur Snorri Brend.