Andaligi leiðarin hjá tibetanska fólkinum, Dalai Lama, er ikki bara hugtikin av læruni hjá Buddha. Hann er eisini hugtikin av Karl Marx.
-Eg eri framvegis marxistur, segði Dalai Lama, tá hann vitjaði í New York í vikuni.
Eftir hansara tykki hevur maexisman ein moral, meðan kapitalisman snýr seg einans um vinning. Kortini heldur hann, at tað var rætt av kinesarum at lata landið upp fyri marknaðarbúskapi.
-Kina hevur fingið nógv gott við kapitalsismuni, og nógvir kinesarar hava fingið betri livikor, segði Dalai Lama.