Dagurin eitur Tveggja ápostla messa

Í dag eru 323 ár síðani Peter Wessen Tordenskiold varð føddur

28. oktober. Tveggja ápostla messa, Símun Selotes og Judas Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir dripnir í Persiu í árinum 71. Á einum av kirkjubøstólunum sæst mynd av einum ápostli við gassa í hendi. Hetta er helst annar av teimum, tí søgnin sigur, at teir báðir vórðu bardir til deyða. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Av hendingum hendan dagin kunnu vit nevna:

 

1709 Danmark bjóðar Svøríki av í kriggi – tað stóra norðurlendskar kríggið byrjar aftur. Sviar høvdu liði stór tap í krígnum ímóti Russlandi, og Fríðrikur 4. kongur sá møguleikan fyri at vinna tað mista Skåne aftur.

 

1770 Við lóg verða 3. páskadagur, 3. hvítusunnudagur og 3. jóladagur avtiknir í Danmark.

 

1886 Standmyndin »Frælsisgudindan« í New York verður vígd.

 

1919 Amerikanska kongressin samtykkir forboð ímóti rúsdrekka – »The Volstead Act«.

 

1962 Nikita Khrusjtjov kunnger, at hann hevur givið boð um at sovjetisku missilbasarnir á Cuba skulu niðurleggjast.

 

1971 Við 356 atkvøðum fyri og 244 ímóti hevur bretska tjóðartingið samtykt, at Stórabretland skal gerast limur í EF.

 

Nøkur, sum eru fødd hendan dagin:

1690 Peter Wessen Tordenskiold, dansk-norsk sjóhetja - deyður í 1720.

 

1908 Theodor Thomassen í Sørvági – fyllir 105 ár í dag

1944 Claus Borre, danskur ítróttarjournalistur - kendur úr Danmarks Radio

 

1955 Bill Gates, amerikanskur softwarepionerur - Microsoft.

 

1963 Eros Ramazzotti, italskur sangari.

 

1967 Julia Roberts, amerikanskur sjónleikari

 

1980 Agnes Obel – donsk songkvinna og sangskrivari.

 

Hendan dagin í 1412 doyði Margerta 1. drotning av Danmark av pest. Hon varð fødd í 1353.  Og hendan dagin í 2010 doyði fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt.