Dagurin í dag er altjóða dagur teirra brekaðu. í hesum sambandi harmast Javnaðarflokkurin um, at dagurin verður tagdur burtur av Føroya Landsstýri og Føroya Løgtingi.
Minnast skal á, at allir flokkar á tingi, eisini teir núverandi samgonguflokkarnir, í 1993 tóku undir við áhetanini frá MBF, at teir á hvørjum ári tann 3. desember vildu halda dagin við at seta viðurskifti teirra brekaðu á dagsskrá.
Tórshavn tann 3. desember 1998
Føroya Javnaðarflokkur