Fyri góðum tveimum mánaðum síðani tók stýrið fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamtakinum avgerð um, at gamla Sambýlið á Skála skuldi nýtast sum Dagtilhald til borgarar, ið eru minnisveikir.
Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at fremja hesa ætlan, sum hevur til endamáls at stuðla heimabúgvandi, ið hava fingið staðfest demens sjúku, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longs gjørligt.
Við hesum átaki vónar Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum at menna tænastuna á demensøkinum og soleiðis stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag.
Í hesum sambandi verður “Opið hús” hósdagin 2. juni kl. 15.30 – 17.30, har øll eru vælkomin. Røður og tónleikur merkja skránna og klovnurin Totti fer at undirhalda børnunum.