Í samráð við Pedagogfelagið hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, gjørt av at seta eitt dagstovnaráð, hvørs uppgáva er at geva landsstýriskvinnuni ráð í málum á dagstovnaøkinum, sum Mentamálaráðið varðar av.
Harumframt kann dagstovnaráðið lata landsstýriskvinnuni tilráðingar um at seta í verk menningar- og granskingarverkætlanir innan dagstovnaøkið.
Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt hesar limir í ráðið: Jórun Niclasen, stuðulsráðgevi í sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, forkvinna, Óli Midjord, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, skrivari, Hildur Patursson, fulltrúi í Mentamálaráðnum, samskipari, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, samskipari og bindilið millum dagstovnaráðið og fólkaskúlaráðið, Elin N. W. Tausen, leiðari í Dagstovninum í Løkjatúni, Anna Maria E. Anthoniussen, námsfrøðingur, Dagstovnurin Eikilund í Vági, Harry Knudsen, námsfrøðingur, Glyvrar og Anja Olsen, varaleiðari í Barnahúsinum Margit, námsfrøðingur og cand. ped. Lesandi.
Kommunurnar hava ábyrgdina av dagstovnaøkinum, meðan landsstýriskvinnan í mentamálum hevur um hendi lógarøkið og hevur yvirskipaða umsjón á økinum, Kommunurnar eru eisini setanarmyndugleikin á økinum og rinda bæði starvsfólkalønir og eftirútbúgving, tí eiga tilráðingar hjá dagstovnaráðnum at taka atlit at hesum viðurskiftum, bæði tá ið talan er um bygnað, samstarv og eftirútbúgving. Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri kommunufeløgini, Pedagogfelagið og Mentamálaráðið er farin undir at endurskoða dagstovnalógina.