Dagstovnar og barnagarðar á Føroya Sjómannadegi: Steinar í fjøruni

Sum nakað nýtt í ár, so fara barnagarðar og dagstovnar, at hava eina framsýning á Sjómannadegnum, har tey á ein kreativan máta, fara at vísa steinar fram, sum tey hava funnið í fjøruni. Framsýningin er fjølltátta og kreativ, og hevur hvør stovnur gjørt sítt fyri at gera framsýningina so góða sum til ber. Sum Norðlýsið hevur skilt, so hava børnini sjálv funnið vakrar og sjáldsamar steinar í fjøruni, og hava tey gjørt eina framsýning burtur úr hesum. Hetta er sum sagt fyrstu ferð at ein slík framsýning verður, og er hetta eisini í trá við anda í Føroya Sjómannadegi - at øll skulu verða við – børn og vaksin – og at alt sum hevur við havið at gera, skal fáa pláss