Dagstovnaøkið verður ikki virt nóg høgt

Landsstýrismaðurin hevur enn ikki tikið nakað stig til at lyfta dagstovnaøkið, sigur Maud Wang Hansen.

- Vit hava heitt á landsstýrismannin, síðani hann kom í sessin, at taka økið í álvara, sigur Maud Wang Hansen.

 

Les eisini Børn verða ikki fødd 6-7 ára gomul

 

- 5. hvørt barn dugir ikki at lesa nógv væl og 70 børn verða innskrivaði til psykiatriska depilin árliga og hetta eru ræðandi tøl, sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, sum eisini hevur eitt boð upp á orsøkina.

 

- Man virðir ikki dagstovnaøkið nóg høgt, sigur hon og vil vera við, at við eini hægri raðfesting av dagstovnaøkinum vildu tølini sæð annarleiðis út. 

 

- Landsstýrismaðurin sum varðar av dagstovnaøkinum, hevur enn ikki tikið eitt einasta stig til at vísa á, á hvønn hátt, hann fremur hetta eftirlitið og hvønn fakligan førning hann hevur við sær, sigur Maud Wang Hansen, sum eftirlýsir at dagstovnaráðið verður stovnað, og sett á javnt føti við fólkaskúlaráðið.

 

- Við at syrgja fyri, at dagstovnaøkið hevur ordiliga góð viðurskifti, so kann man eisini tryggja framtíðina hjá børnunum og sleppa undan hesum ljótu tølunum, vit lesa um, sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag.