Dagrøkt
Sandavági:Sandavágs Kommuna hevur sett Hervør Olsen sum leiðara á nýggja dagstovninum í Sandavági.
Hervør Olsen er útbúgvin pedagogur og hevur eisini leiðsluroyndir sum slík. Hon er ættað úr Sandavági, men býr í løtuni í Nykøbing á Sjællandi. Familjan flytir til F´øroya, nú Hervør skal taka við nýggja starvinum í Sandavági.
Tað vóru fýra umsóknir til starvið sum leiðari fyri nýggja dagstovninum hjá Sandavágs Kommunu. Leiðarin fyri verandi dagrøktini, sum nú verður niðurløgd, var ikki millum umsøkjaranar, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági.
Nú nýggi dagstovnurin verður tikin í brúk og verandi dagrøktarskipan verður niðurløgd, eru allar dagrøktarmammurnar uppsagdar. Men í næstum verður søkt efir fólki til nýggja stovnin, og so stendur teimum sjálvandi frítt at søkja á jøvnum føti við øll onnur.










