Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu má raðfestast hægri

Børnini eru framtíðin og skulu tískil hava bestu kor og eina góða byrjan uppá lívið. Fyri at hettar skal eydnast, má Tórshavnar  Kommuna leggja á annan bógv hvat hesum viðvíkur.

Tað var ikki í lagi, at núverandi Býráð samtykti og fekk sett eina  “ Eindarleiðslu “ í verk, alt ímeðan starvsfólkið á gólvinum, gjørdi avarðandi mynduleika varugan við, at tað vóru starvsfólkini á gólvinum, í skuldu fáa fleiri tímar í staðin fyri at seta fleiri leiðarar.
Men hettar lurtaði meirilutin í Býráðnum ikki eftir og trumfaðu tey “ Eindareiðsluna “ ígjøgnum. Hettar ímóti viljanum hjá og starvsfólkunum á gólvinum.

Fáa starvsfólkini ikki ta tíð, teimum tørvar til tað einkulta barnið, kann tað í ringasta føri bera við sær, at starvsfólkini brenna út og verða strongd. Hettar hevur so aftur eina eina neiliga ávirkan á børnini og teirra trivnað í gerandisdegnum á stovninum. Hettar vísti starvsfólkini eisini á, men tað bleiv ikki lurtað.

Starvsfólk, ið starvast á Dagstovnaøkinum, gera eitt megnararbeiði og skulu tey eftir míni meining hava nógv betri arbeiðskor. Tey skulu hava hægri normering og fyrireikingartíð. Hettar eigur eitt samfelag, sum vil sínum børnum tað besta, at raðfesta í nógv størri mun. 
Set X vid Kára Johansen á lista C