Tann 15. mai vóru liðin 30 ár, síðan Sólgerð Jacobsen byrjaði sum dagrøktarmamma hjá Tórshavnar kommunu.
Enn er hon í sama starvi, og tað varð hátíðarhildið á kommunalu dagrøktini sjálvan tríati ára dagin. Um tann, sum hevur verið longst á einum arbeiðsplássi, halda starvsfelagar og onnur ofta, at viðkomandi hevur bara altíð verið har. Og soleiðis er tað eisini við Sólgerð.
Eingin, sum í dag hevur við Dagrøktina at gera, veit um annað, enn at Sólgerð er har. Altíð smílandi og væl uppløgd og løtt at heita á. Sjúkradagar kennir hon at kalla ikki til. Hon er still og friðarlig og fær bara tingini at ganga. Hóast tað, veitst tú, hvar tú hevur Sólgerð. Einki við at smoyggja sær undan nøkrum sum helst.
Sólgerð er ein teirra, sum er ryggurin í dagrøktarskipanini. Støðug og álítandi. Og tað sæst eisini aftur í, at foreldur beinleiðis ynskja at fáa Sólgerð sum dagrøktarmammu.