Ummælarin hjá stóra, svenska dagblaðnum Dagens Nyheter rósar Brandur Enni uppum skýggini.
Ummælarin Hans Kronbrink var til konsertina hjá Alexander Rybak har Brandur hitaði upp.
Hans Kronbrink er ikki serliga imponeraður av framførðsluni hjá Rybak. Soleiðis skrivar hann: ?Nästu ferð er tað neyvan Alexander Rybak, sum stendur á pallinum á Cirkus. Í staðin rokni eg við at tað er 20-ára gamli føroyingurin Brandur Enni, sum hevði júst tað sum Rybak manglaði: eina kenslusama rødd og orginella framførðslu.?