Góða dagbók.
Flokslærari okkara kemur inn í skúlastovuna og spyr okkum , um vit hava hug at skriva eina dagbók til Sosialin. Nøkur svaraðu : " Jú, tað kunnu vit gott", Onnur søgdu: "Jú, kanska, tað hevði verið skeg at skriva eitt brot til Sosialin ."
Eg sjálvur eri við at verða troyttur av at skriva í heila tikið. Vit hava havt fimm stílar - tveir í føroyskum, ein í enskum og tveir í donskum.Harumftamt hava vit havt tvey innføringsørk í støddfrøði - alt innanfyri tríggjar vikur.
Eg gerist tunglyntur av hesum.
Og so er tað veðrið - myrkt, grátt og kalt.Oysandi regnið teir seinastu dagarnar hevur ikki gjørt tað betri
Fyri at koma í betri lag, eri eg saman við familju og vinum, tá hugni eg mær.Tað hjálpir væl.
Á ungdómsmøti fari eg eisini , á legur har man møtir nýggjum fólkum og fær nýggjar vinir - tað styrkir. Ná, eg má skunda mær, eg skal spæla fótbólt nú ????
????Hey aftur ! Venjingin gekk væl, hóast tað var kalt og regnaði illa. Í umklæðingarhølinum
var lív í.Ein garrvillur drongur jakstraði ein annan drong út um við einum handklæði - kalt var at standa uttanfyri uttan klæði. Men tað vardi bert stutt , so slapp drongurin inn aftur, og teir gjørdust góðir vinir aftur.
Geisp - geisp ! Nú eri eg troyttur aftaná ta hørðu venjingina , best er at sleppa sær undir dýnuna ?.
?? góða nátt !
Góða dagbók.
Klokkan varð farin av sjey, tá fjallmenninir møttust. Veðrið var ikki av tí besta, tvørturímóti, tjúkt og vánaligt sýni. Menn tosaðu um, um tað nú var ráðiligt at fara í slíkum veðri.Men eftir at hava prátað eina løtu, varð hildið, at vit skuldu royna at fara.
Tað gekst væl at reka fyrru gonguna og fáa seyðin í rættina
Næsta gongan var verri at fara eftir, tí mjørkin hevði lagt seg niður á fjøllini, har seyðurin gekk.Men vit býttu okkum upp í bólkar, og so varð herja á. Eg og tveir aðrir ungir dreingir, skuldu ovast at reka , har mjørkin var mestur. Tað kundi verða vandafult at ganga har uppi - ein kundi bert detta einaferð - men vit hava gingið har fyrr, so vit vóru staðkendir.Ovast á fjallinum, vórðu vit so óhepnir at missa ein triðing av seyðinum , men tað var bert tann eina ærin, tí samlaða talið har uppi var trý. Væl gekst annars at reka og fáa allan seyðin í rættina
Lagið var gott á monnum , tá teir sóu , hvussu væl seyðurin sá út. Eg og systkinabarn mítt hjálptu abba at fáa seyðin í bilhúsið, har hann skuldi flettast.Eftir at hava fingið heita suppu frá ommu, varð farið at fletta. Vit sum yngri vóru hjálptu til at fletta og ganga abba til handa.Flett vórðu 1o lomb , og besta lambið viga 40 pund.
Eg var troyttur av degnum , tá eg fór til hús.Eftir at hava etið nátturða , fór eg í song. Eg sovnaði, so skjótt høvdið kom niðurat.
Góða nátt.
Vit skuldu til Gjáar á seturskúla.
Vit koyrdu leingi til Gjáar, tí vit máttu fara um Eiðisskarð, tí arbeitt varð í Norðskálatunlinum.
Næmingarnir og lærararnir vóru í góðum lag - tað varð sungið og spælt á gittar í bussinum.
Veðrið var av tí besta, sólin skein oman og niðan.
Setursskúlin byrjaði við einari góðari morgunmáltíð.
Eftir at hjava etið, fóru vit at skifta klæði, tí vit skuldu út í ta vøkru náttúruna við Gjógv.
Vit vóru eins og smábørnini, áin dróg okkum til sín - henda vakra áin, ið rennur oman gjøgnum bygdina.Vit lupu í ánna , róðu á flakum, sum vóru í ánni - ja, vit nýttu hvørja løtu.
So komu lærararnir báðir, og róptu, at vit skuldu ein túr niðan í Ambadal. Flest allir næmingarnir fóru niðan í dalin, men nakrir vóru eftir í ánni, har dámdi teimum best.
Túrurin í Ambadali var góður , har var sera vakurt .
Tá ið vit komu omanaftur, fóru vit at gera døgurða.Tað gekk væl, og døgurðin var góður - øll lótu væl at.
HM - dystirnir vórðu vístir í sjónvarpinum um hetta mundi, og mong av okkum høvdu stóran áhuga fyri fótbólti - og ikki minst lærarar okkara.Sjónvarp høvdu vit tikið við okkum, tað varð sett til, og øll sótu sum á glóðum og hugdu at fótbólti .
Seinni fór vit so út at spæla m.a. hoppaðu vit øll um band - eisini lærararnir - hvør skuldi trúð tí ?
Um midnáttina fóru vit øll til gongu oman í sjalva gjónna - annar lærarin hevði gittarin við sær, og har sótu vit og sungu og hugnaðu okkum . Ein ógloymandi løta.
Um hálvgum tvey - tíðina fóru vit niðan aftur í bygdarhúsið , fóru í soviposarnar og tað gekk ikki long tíð, so vórðu øll sovnað .
Jú, stuttligt og læruríkt er at gera slíkar ferðir.