– Hóast eg gekk inn fyri dagaskipanini í byrjanini, so eri eg nú sannførdur um, at hon riggar ikki.
So avgjørdur er Hjalti í Jákupsstovu, fyrrverandi stjóri á Havstovuni.
Hjalti í Jákupsstovu var við í nvendini, sum gekk inn fyri fiskidøgum, eftir at tingið hevði sagt nei til kvotur.
– Øll vinnan og tingið tók undir við hesum. Og, hóast dagatalið varð sett í minsta lagi 15% ov høgt frá byrjan, var vónin, at fiskidaganevndin fór at taka undir við einum niðurskurði árið eftir. Men so var ikki, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Hann vísir á, at øll skipanin, bæði vinnan og tann politiska vóru sannførd um, at dagaskipanin fór at laga seg til av sær sjálvum, so veiðitrýstið ongantíð bleiv ov høgt.
– Men hvørki tann politiska ella tann vinnuliga hava sæð annað enn tað stuttsygda við tí úrsliti, at veiðitrýstið hvørt ár er vaksið, og fiskastovnarnir eru alsamt vorðnir minni hvørt ár.
Samstundis er veiðiorkan blivin størri hvørt ár, meiri enn dagarnir eru blivnir færri, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
– Eg fari ikki at seta niður á útróðurin, men ein vælrikin útróðrarbátur við einum – hægst tveimum – monnum setur í dag fleiri húkar enn tveir ella triggir útróðrarbátar fyrr við fimm ella seks monnum hvør. Samstundis er bæði trolreiðskapurin og línureiðskapurin blivin betur og meira effektivur, so hvør dagur roynist betur.
– Hóast eg gekk inn fyri dagaskipanini í byrjanini, so eri eg nú sannførdur um, at hon riggar ikki. Í mínum naiviteti helt eg, at fiskimenn og politikarar hugsaðu fleiri ár fram til frama fyri okkum øll, men vinnan hugsar bara til næstu termin, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Tað einasta rætta eftir hansara meting í dag er at fara til eina kvotuskipan, har ein óheftur stovnur –leysur av vinnu, politikki og havstovu, við ráðum frá Ices, havstovu og fíggjarmálum – setur eina kvotu, sigur Hjalti í Jákupsstovu, fyrrverandi stjóri á Havstovuni.










