Triði síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er hetta vikuskiftið. Í gjárkvøldið vann EB/Streymur rimmar 8-1 heimasigur á KÍ. Hinir fýra dystirnir vera seinnapartin ídag.
Tað eru níggju stig eftir at spæla um. 07 Vestur er á øðrum plássi átta stig og væl betri málmun frammanfyri næsta avbjóðaran. Tí er eingin ivi um, at 07 Vestur fer at flyta upp. Tað er góður møguleiki fyri, at hetta verður endaliga staðfest ídag, tá ið 07 Vestur fer at spæla í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Síðsti heimadysturin hjá FC Suðuroy í hesum kappingarárinum verður klokkan 14, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ vitja á Vágseiði. FC Suðuroy er á triðja plássi, fýra stig frammanfyri næsta avbjóðaran og harvið favorittur at vinna bronsukrónurnar.
Tað kann tó fara at vísa seg at verða spenningur um triðja plássið. FC Suðuroy hevur fýra stig og betri málmun at lora av, men avbjóðingarnar í tveimum teimum síðstu umførunum kennast vera stórar: EB/Streymur við Margáir og so í Gundadali ímóti Giza Hoyvík. Tað er møguleiki fyri finalu um bronsukrónurnar leygardagin fyrsta oktober.
Giza Hoyvík hevur leingi verið á aldukambinum. Liðið er á fjórða plássi og seinnapartin stórfavorittur á heimavølli ímóti AB, ið er aftast og flutt niður. Um eina viku skal Giza Hoyvík til Klaksvíkar.
Bæði tey niðurfluttu liðini fara í eina løtu seinnapartin samstundis at spæla í Gundadali, har B71 verður gestur hjá HB, ið er á áttanda plássi – ellivu stig frammanfyri sandoyingar.
Í dag
Víkingur-07 Vestur: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
HB-B71: Vinjard Dam kl. 15.00
Giza Hoyvík-AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
FC Suðuroy-NSÍ: Lars Müller kl.14.00
Í gjár
EB/Streymur_kÍ 8-1 (2-0)
Støðan