18. umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag. At tað hesa ferð verður spælt leygardag og ikki sunnudag kemst av, at landsliðið í morgin fer savnast at fyrireika seg til landsdystin ímóti Fraklandi, sum verður mikudagin.
Í 17. umfari áttu toppliðini heimavøll ímóti botnliðunum. Hesa ferð eiga botnliðini heimavøll. Fyrsti dysturin varð spældur hóskvøldið, tá ið HB vann 2-0 í Klaksvík. Harvið er tað í stríðnum um heiðursmerkir í dag trýst á B68, Víkingi og NSÍ.
Vodafonedeildin
18. umfar
Ídag
AB-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 17.00
B36-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
ÍF-EB/Streymur: Dagfinn Olsen kl. 15.00
07 Vestur-B68: Ransin Djurhuus kl. 15.00
6. august
KÍ-HB 0-2 (0-1)
Støðan
HB 41
B68 32
Víkingur 31
NSÍ 30
EB/Streymur 25
AB 19
B36 17
ÍF 16
KÍ 14
07 Vestur 8
HB og KÍ hava spælt 18 dystir, EB/Streymur og B36 hava spælt 16 dystir, og hini hava spælt 17 dystir