Tað er 6. juli og tað merkir, at tá ið Norrøna í kvøld leggur frá kei, so verður tað við umleið 50 føroyingum á gulum súkklum. Endamálið er at súkkla allan vegin úr Klaksvík og til Paris.
Seinasti venjingartúrur áðrenn farið verður avstað til Paris, var í gjár.
- Nú hava vit spunnið og súkklað í níggju mánaðir. Í gjár gekk leiðin til Kirkjubøar og Velbastaðar, har tænastutoymið hevði grillað pilsur og breyð til okkum. Eisini vitjaðu vit Okkara, sum er ein av stuðlunum. Petur vísti okkum runt og greiddi so meistarliga frá, hvussu bryggjaríðið virkar. Hósdagin súkkla vit úr Klaksvík til Havnar, har farið verður umborð á Norrønu. Leygardagin byrja vit at súkkla, fyrst gjøgnum Danmark, síðani Týskland, Holland, Belgia og enda í Paris leygardagin, 15. juli, skrivar Team Rynkeby á heimasíðuni.