Føroyska matmentanin er ómetaliga nógv broytt síðstu árini. Vit hava flutt okkum langt burtur frá ta tíðini, tá vit bert ótu turt, ræst ella saltað. Streymurin og stóru matvøruhandlarnir hava havt við sær, at føroyingar hava fingið ágóða av øllum tí sama, sum onnur lond kring okkum hava fingið.
Hóast stóra kollvelting innan matmentan, so hevur tað siðbundna føroyska í stóran mun fylgt okkum gjøgnum broytingarnar, og nógvir føroyingar eta enn nógv av tí, ið verður sett í samband við siðbundnan føroyskan mat. Ein øktur innflutningur av matvørum og stór ávirkan uttanífrá hevur tó elvt til, at vit eta meir skundverar og viðgjørdar vørur enn fyrr. Tó so sær út til at hetta eisini er við at broytast. Modernaði føroyingurin er tilvitaður um góðsku á matinum, hugsar um nærfamleiðslu og er áhugaður í ymisku smakkinum, sum Føroyar hevur at bjóða.
Les eisini Matur er politikkur
Føroyar eru settar á kulinariska heimskortið millum annað av Michelin-matstovuni Koks, sum seinastu árini hevur gjørt allan heimin varugan við dygdargóðskuna hjá matstovuni og rávøruskattakamarið í Føroyum, sum hevur ovurgóða góðsku. Hesar rávørurnar, ið nú verða nýttar av toppkokkum hava altíð ligið í føroysku nattúruni. Fyri á leið eini øld síðani veltu føroyingar eisini gularøtur og annað grønmeti og turkaðu urtir til suppu, og teir hava tí eisini brúkt nakað av tilfeinginum tá, sigur Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu.
Les alla samrøðuna við Jóan Paula og meir um evnið Føroyski Smakkurin á Temasíðunum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring landið og talgildur her