Dávið Oddsson hevur í dag boðað íslendsku stjórnini frá, at hann leggur ikki frá sær sum stjóri í Seðlabanka Íslands Tað var Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, sum bað Dávið Oddsson siga stjórastarvið í Seðlabankanum frá sær, men í dag hevur stjórin boðað frá, at hann fer ikki at gera eftir áheitanini.
-Eg eri ongantíð lopin frá nakrari uppgávu, sum eg havi átikið mær, og tað fari eg heldur ikki at gera hesaferð, skrivar Dávið Oddsson millum annað í svari til forsætisráðharran.