Leygardagin varð Dávavirkið tikið alment í nýtslu. Tónleikabólkar fáa nú framúr umstøður at venja í og kunnu eisini framføra tónleik á palli í snotisligum hølum.
Væl av fólki møttu til hátíðarhaldið leygardagin, har nakrar tónleikaframførslur vóru.Beinta bjóðaði vælkomið og greiddi í stuttum frá um Dávavirkið.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri og Gunvá við Keldu formaður í mentanarnevndini hildu røður. Gunvá handaði ein málning av Frits Johannesen av glaðum og annarleiðis tónleikarum. Myndin fær ivaleyst eitt gott pláss saman við frálíka málninginum hjá Edwardi Fuglø, sum eisini hongur har.
Áleið 600 fermetrar hevur Klaksvíkar Kommuna leigað frá Finni Johannesen, sum hevur innrættað átta størri og smærri venjingarhøli. Í miðjuni eru eisini størri rúm, sum kunnu verða spæli- og uppihaldsstøð hjá bólkum og einstaklingum, skrivar klaksvik.fo
Roynt hevur verið at gera hølini til endamálið og soleiðis, at eitt nú ljóðdygdin er góð. Leiðarin av Virkishúsinum, Beinta Árnadóttir Gregersen, verður umsitingarligu leiðari av húsinum. Mentanarnevndin hevur játtað leiguna til hølini, og gjørdur er ein fyribils fimm ára sáttmáli millum kommununa og eigarnar av Dávavirkinum um leigu.
Eitt ómetaliga áhugavert tónleikahøli hevur sæð dagsins ljós ? Nú er upp til teir nógvu tónleikararnar at fáa nógv áhugavert burturúr og fara væl um hølini, skrivar klaksvik.fo