Dátureiking uttanlands fyri ein fimtapart

Føroya Tele bjóðar nú bíligari dátureiking uttanlands á netinum hjá ávísum televeitarum. Tænastan er bæði til fartelefon og farteldu

Føroya Tele bjóðar nú kundum sínum dátureiking fyri ein fimtapart av gamla prísinum á netinum hjá útvaldum televeitarum í Danmark, Noregi, Svøríki og Letlandi. Tænastan er galdandi fyri bæði fartelefon og farteldu, og eingin tilmelding er neyðug, tí hetta er sjálvvirkandi tænasta. Tískil kunnu kundar hjá Føroya Tele nýta netið hjá útlendsku veitarunum fyri nýggja prísin beinanvegin.

- Við nýggju tænastuni kanst tú nýta alt frá 8 til 50 MB um dagin á fartelefonini ella fartelduni við einum príslofti á einans 200 kr. Áður hevur henda nýtsla kostað yvir 1.000 kr., so talan er um sera stóra príslækking, ið samstundis gevur kundanum kærkomnan tryggleika fyri, hvat ein skal rinda, tá ið ein kemur heim aftur. Fyri nýtslu oman fyri 50 MB rindar ein 15 kr. fyri hvørt MB, sigur Rønn Eliasen, marknaðarsamskipari á Føroya Tele.

Á Føroya Tele gera tey vart við, at nýggja tænastan er bert galdandi á netinum hjá teimum televeitarum og í teimum londum, sum Føroya Tele hevur gjørt seravtalu við. Hetta eru Telia í Danmark, Netcom í Noregi, TeliaSonera í Svøríki og EMT í Estlandi.

Føroya Tele mælir sum altíð kundum sínum til at vera tilvitaðar um val av televeitara, tá ið teir eru á ferð uttanlands og skifta ímillum veitarar.