Dýrur javnleikur hjá Víkingi

(FM1) Hjalti Strømsten kann fegnast um fyrsta málið fyri Víking í bestu deildini, men javnleikurin gagnast ikki

Tað gagnaði Víkingi lítið í stríðnum at vinna seg í Europa League komandi summar at spæla javnleik 1-1 ímóti B36 á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Samstundis vunnu hinir báðir Europa League-biðlarnir, NSÍ og KÍ trivaligar heimasigrar, og hevur Víkingur nú sjey stig upp til NSÍ og níggju stig upp til KÍ, so tað sær ógvuliga svart út hjá Víkingi.

 

Hjalti Strømsten sum skoraði sítt fyrsta mál fyri Víking í Betrideildini seinnapartin slær tó fast í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á FM1, at teir í Víkingi fara at stríðast fyri møguleikanum so leingi hann matematiskt er til staðar.

 

Hjalti Strømsten fegnast um sítt fyrsta mál í bestu fótbóltsdeildini, men tað er ein skeina á lakkinum, at Víkingur ikki vann. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av málinum Hjalti Strømsten skoraði fyri Víking.

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan gjørdi við Hjalta Strømsten. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg. Eisini ber til at hoyra Hilmar Jan Hansen siga frá málinum Erlendi Magnussyni.