David Beckham verður dýrur í drift hjá enska fótbóltssambandinum, um hann skal spæla á enska landsliðnum, samstundis sum hann spælir fótbólt í USA. The Sun hevur roknað út, at tað fer at kosta fótbóltssambandinum 260.000 krónur at flúgva Beckham heim til landsdystir restina av hesum árinum. Ongland hevur seks landsdystir eftir at spæla í EM-undankappingini.










