Dýrindal uppsteðgaður

Á miðdegi í dag boðaði trolbáturin Dýrindal frá, at teir vóru uppsteðgaðir. Teir vóru tá staddir norðanfyri í Geiranum, sum teir rópa leiðina.

Klokkan 17 í dag kom vaktar-og hjálparskipið Brimil til Dýrindal, og tveir maskinmenn hjá Brimli vórðu sigldir umborð á Dýrindal.

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at klokkan 18.30 høvdu maskinmenninir loyst trupuleikan umborð á Dýrindal, og trolbáturin kundi tá halda fram at fiska.