Dýrar matvørur og vantandi stuðul noyða ST at skamta

Skal matvøruhjálpin hjá ST hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini, má stovnurin fáa meiri pengar

Afghanistan er eitt av londunum, har fólk hava tørv á hjálp fyri at fáa nóg mikið av mati í munnin, sigur stjórin á matvørustovninum hjá ST, Josette Sheeran. Hon vísir á, at orsakað av veksandi eftirspurningi á heimsmarknaðinum hækkaði matvøruprísurin í Afghanistan 40 prosent í fjør, og tað hevur gjørt matin so dýran, at fólk har hava ikki ráð at keypa hann. Tí mugu tey fáa hjálp, sigur Josette Sheeran við BBC.

 

-Verður matvøruprísurin tvífaldaður, kunnu vit bara lata helmingin meiri, og tí fer verður neyðugt við størri stuðuli, um vit skulu mnøkta tørvin hjá teimum, sum hava hjálpina fyri neyðini, sigur WFP-stjórin.

 

-Nógvastaðni hava fólk einki at líta á uttan mat frá okkum, sigur hon.

 

ST-landbúnaðarstovnurin FAO segði fyri nøkrum vikum síðani, at prísurin á hveiti og øðrum kornsløgum er hækkaður so nógv, at tað kann elva til eina heimsumfatandi avbjóðing. FAO hevur roknað út, at yvirhøvur noyðast tey fátæku londini at brúka ein triðing meiri til kornkeyp í ár enn í fjør, og at í Afrika verður meirútreiðslan heili 49 prosent.