Dánjal var sonur Martinu og Sámal Petur av Viðareiði, sum hann vanliga varð nevndur av fuglfirðingum, og var hann fimtelstur av tólv systkjum.
Dánjal hevði frá ungum av áhuga fyri træsmíði og fór heilt ungur í snikkaralæru hjá Jákup Oluf Jacobsen í Fuglafirði, ið hevði eitt stórt og tíðarhóskandi verkstað. Eftir útbúgvingina fór hann undir sjálvstøðugt virksemi, fekk sær lærling, og fekst mest við húsasmíð.
Tá ið byggivirksemi minkaði nakað, fór Dánjal til skips. Sjónáttúru hevði hann góða, so hann treivst væl á sjónum.
Nøkur av teimum skipum, hann var við, vóru Atlantsfarið, Brestir og Kallsevni. Síðstnevnda skipið førdi Brynjálvur Petersen, ættaður úr Sandavági, ið gjørdist ein av trúføstu vinum Dánjals.
Eftit at hava verið til skips í nøkur ár, fór Dánjal í land aftur, og tók sítt gamla starv húsasmíð uppaftur. Dánjal hevði altíð nóg mikið at gera, ið ikki var sø løgið, tí hann var bæði nærlagdur og vælgerðin.
Tá ið D.P. Højgaard fór undir at reka timburhandil í Fuglafirði, gjørdist Dánjal leiðari. Hann hevði eitt gott samstarv við leiðsluna fyri D.P.Højgaards timburhandil í Runavík, eins og hann dugdi væl at fara um sínar kundar, ið altíð føldu seg væl, tá ið teir leitaðu oman í timburhandilin at keypa og at spyrja Dánjal um góð ráð.
Dánial starvaðist í timburhandlinum, til hann legði frá sær vegna aldur.
Eftir at hava lagt frá sær, væntaði Dánjal at fáa nøkur góð ár, har hann kundi taka sær av løttum, men lagnan vildi tað øðrvísi, Dánjal føldi seg ikki raskan. Eftir nakrar kanningar, varð staðfest, at Dánial var raktur av álvarsamari sjúku. Hann varð viðgjørdur á ríkissjúkrahúsunum móti krabbameini. Viðhvørt hevði hann tað betri, men so komu bakkøstini, ið bóru í sær, at Dánial viknaði, sum tíðin leið.
18. desembur orkaði Dánjal ikki meira, sjúkan hevði vunnið á honum.
Hóast hansara næstu vistu, hvønn veg tað bar, so høvdu tey væntað og vóna, at hann fór at fáa eina tíð aftrat saman við teimum, men so gjørdist ikki, fjørðurin varð rógvin.
Dánjal var giftur við Katrinu úr Fuglafirði, dóttur Kristiannu og Hans David. Tey áttu trý børn - Hjalta, ið býr í Fuglafirði, Kristiannu, ið er gift niðri við Flemmingi og so Terji, ið somuleiðis býr og starvast niðri.
Fyrst av øllum nívir sorgin tykkum, ið stóðu honum so nær og vóru altíð um hann - serliga ta tíðina sjúkan herjaði.Hann bar stóran kærleika og alsk til sína familju - konu, børn verson og abbabørn - ja hana setti hann í hásæti.
Nógv vóru tey, ið leitaðu í kirkjuna mikudagin 22. desembur at siga Dánjali farvæl. Vøkur orð vórðu søgd um Dánial og vakrir sálmar vórðu sungnir.
Ein av sálmunum, ið sungin varð, var "Sum Jesus ei nakar á jørðini var" - ein sálmur, ið Dánjali dámdi so væl.Triðja ørindi ljóðar soleiðis:
" Tí æviga kletti nú hvíli eg á,
Hann, hann er mín friður í dag,
og harvið eg himmalin tryggur skal ná,
tann stað, sum mín trúgv hevur sæð."
Dánjal er farin, hann hvílir tí æviga kletti á, saknurin verður stórur, og ringt verður at fylla tómrúmið eftir hann. Minnini um hann eiga tit, ið eingin kann taka frá tykkum.
Við hesum orðum verður friður lýstur yvir minnið um Dánjal Petersen.
Gunnvør og Signar