Mánadagin fór formaðurin í Fótbóltssambandinum ? leirvíkingurin Dánjal Andreasen ? til Liktinstein í almennum UEFA-ørindum.
Hann skal næstu tvær vikurnar verða eygleiðari til EM-endaspælið fyri U19 landslið.
? UEFA hevur eygleiðarar til allar dystir, og uppgávan hjá okkum verður at tryggja, at alt fer rætt fram, sigur Dánjal Andreasen.
Hetta er fyrstu ferð, at hann hevur hesa uppgávuna til dystir hjá UEFA.
Kappingin í Liktinstein heldur fram til 26. juli, tá ið finalan í kappingin verður.










